*this little blogpost is in faroese. it is about traveling in the Faroes as faroese. please comment og let me know, if there is something you would like to know about.
ferðast í egnum landi ja. sera modernað. lokal. hipp. minimal umhvørvisdálking. slowliving. øko. burðardygt. nærvera. mindfulnes. samanhald. kvalitet framum kvantitet. altso tað er alt har ha. ver hipp og ferðast í egnum landi. yolo.
nå vit gjørdu so eina roynd, at vera við í hesum hippa klubba. tó uttan telt, primus og surfboard. men tú veit. vit vóru sindur kul. høvdu termokannu og havramjólk – tað telur! læntu eini hús í oyndarfirði. pakkaðu bilin. einki roks. einki fjas. nakrar neyðsýnjavørur. balsamico, gott salt(!), persille, góða olivenolju, ein hvítleyk og eina sitrón. eitt sett av klæðum eyka í part. tvær dýnur. kaffi. ein stakk av bókum. og. avstað.
oyndarfjørður er akkurát passaliga langt vekk, til at tú kanst siga við børnini. vit. fara. at ferðast. ‘nær fara vit til oyndarferiu mamma?!’ ‘nær eru vit har?’ ‘næææææær?’ x uml 14, sum hóast alt er betri enn tær 1400, um tú koyrir til italsku revieraðina.
faktiskt so var hetta ein testtúrur. vit hava avgjørt at ferðast í egnum landi í alt summar. eg haldi tað er fyrstu ferð. ella tað er tað. gott nokk skal eg eitt lítið ørindi á fund. og vit fara at vitja abban hjá børnunum í suðurjyllandi eina løtu, men annars verður tað her í føroyum, at vit fara at ferðast. vit spara tíð, orku og pengar upp til at stinga av hundunum til av í januar. hin mánaðin, tá vit annars plaga at hava kronisk geispianføll.
nå men har endaðu vit so. og tað var bara tað. eg haldi tað er soleiðis mann skrivar bloggar. kann virka sindur banalt ha? men eg læri enn. her koma nakrar myndir.
*takk fyri, at tú tímdi at lesa < 3

regn er stuttligt, men vit vóna tó eitt siiiiindur meira sól í summar. bara ein dag í hvussu er – plz!

vit bakaðu sjálvandi okkara egna breyð
*uppskriftin til bollarnar var hin við dupult so nógv vatn, sum mjøl, ein mola av geri og eina teskeið av salti. í køliskápi alla náttina. váta skeið tjums tjums tjums á bakiplátu. 250 8min og síðani eini 220 í 15-20min. easy peasy. sjálvt eg dugi 😉
aftaná ein langan góðan túr bakaðu vit eisini pannukøkur. tað hoyrir líkasum til. gloymdi tíverri at taka mynd. men her er ein, tá vit gjørdu heitt kakao við sjokulátapinnum frá Irma, sum fáast í FK í miðbýnum í Havn – góðir!!

sjokulátapinnarnir frá Irma eru allarhelst sera lættir at gera sjálv við einum ísterningabakka

í handlinum fingu vit alt, sum vit høvdu brúk fyri. eisini góðan døgurðamat.

summarhúskoppar ❤ !

total klisje, men børnin spældu SO nógv ludo

takk fyri okkum Oyndarfjørdur. vit gleða okkum til næstu ferð.