slett ikki so galið, at hava frí bara soleiðis. eg dugi so illa alt hatta við bíbliuini og hví og hvat. men dagurin var kærkomin. í gjár unnaði eg mær ein nýggjan djúsara. ein slow djúrsara. mín gamli djúsari var troyttur og slitin. dagurin í dag bleiv altso tann heilt stóri djúsdagurin. hence myndin. drink your greens. trý sløg bleiv tað til. og altso einki rocket science. men hetta var í.
- (tann grøni) hálvur pakki av spinat, 3 súrepli og ein hálv sitrón.
- (tann reyði) 6 smáar reyðrøtur, 4 súrepli og ein sitrón.
- (tann appelsinguli) gularøtur og appelsin half ‘n half sirkus.
hevði eg átt myntu, so haldi eg, at eg hevði koyrt tað í gularótadjúsi. og kanska hindber í reyðrøturnar. spinatdjúsi var púrasta perfekt, júst sum tað var. heilt bestemt ein favorittur. kann viðmælast. tær smáu fløskurnar eru smoothies fløskur, sum fáast í bæði Miklagarði og FK. eg goymi tær til smáar portionir av heimagjørdum djús/smoothies. gott at at hava við útferð, til arb ella í skúla.
annars hevur okkara dagur nokk bara verið, sum hjá teimum flestu. ein blandingur av hugna og stríð og strev. sindur av sól og eitt sindur av kava….(?!)

ein sól og ein sól løta

kanska verður tað í ár, at okkara havi fer at síggja nøkulunda út. hvør veit.

bei ❤