easy peasy lemon squeezy

*blogpost in faroese, but first.

if only i had a lemon tree. i do not. but i have the supermarked. and this blogpost is a collaboration between me and the ig page for one of the largest supermarkeds in thorshavn Miklagarður.

it includes tree yellow recipes because you can never get enough yellow or lemon. am i right? the rest of the post is in faroese. the pictures are easy to read. so hopefully you will enjoy anyway. as always: please let me know if anything < 3 !

IMG_3901

________

eg var í miklagarði í dag og fylti mær posan við sitrónum. tað byrjaði alt við, at eg mungaði eftir marokko. snedigt. tí eg havi ongantíð verið í marokko. men eg mungi javnan eftir marokko. mest matinum. litunum. kryddinum. marrakech og saltaðum sitrónum. zataar. litir. kaos og tangine. mint te og bunkavís av oliven og appelsinum. uha eg smakki og lukti tað næstan her sum eg siti. mitt í atlantshavinum. mitt í føroyum. eg má gera mítt egna lítla marokko. eg má hava saltaðar sitrónir… saltaðar sitrónir er ein ordnas krafkatalysator, geva eitt ordans boost og kunnu brúkast í eini ørgrynnu av rættum. meira um tað, um eina løtu. her koma til samans tríggjar uppskriftir við sitrón.

fyrsta uppskriftin er

heimagjørd lemonada. limone. eg meini so við. pepsi max go home.

IMG_4313

tú skalt brúka: 1dl av sukuri, 1dl av vatni. kóka til upployst. fimm skvisaðar sitrónir í eina kannu. ís. smeltaða sukuri útyvir ísin. supplera við vatn upp til 1 litur. bumm. sum at vera í italia! blunda bara, og kanska tú ert heppin at fáa eina føroyska sólstrálu meðan tú sýgur.  Gul súgvurør ella okkurt pent frá systrunum skaðar ikki. fleiri sitrónskivur í glas og kannu. eitt sindur av myntu ella sitrónmelisse og voilá. eyga skal eisini behagast.

eg keypti eina lítla glaskannu í miklagarði. fylti hana við sitrónskal og myntu og so lemonadu omaná. tað hildu børnini vera stuttligt at suttla uppá, og hon kann eisini takast við út ella túr. hóast tað framvegis er nógv sukur, so veitst tú um ikki annað hvat er í. tann størra kannan er frá inspiratión í SMS & góðu chuncky gløsini frá grene systrunum.

IMG_4378

næsta uppskriftin

er frá mínari góðu vinkonu, marnu. marna var vegetar og viðhvørt veganari, langt áðrenn tað (tíbetur) bleiv moderna. uppskriftin er uppá eina veganska koldskål og hon er góð! lovi tað. uppskriftin er upprunaliga frá blogginum kærlighed & kikærter. et við kammerjunkarum, musli, berum ella øllum í senn.

IMG_4371

tú skalt brúka: ein litur av havramjólk, saft frá tveimum stórum sitrónum, 3 dl av veganskum jogurti, seks spsk av ljósum siroppi (ella bara kóka títt egna sukur/vatn-ting) + eitt sindur av vaniljusukuri. ert tú ikki til tað veganska, so být út við hvítt frá onkrum sum sigur muh ella mæh. sama mongd. muh ella ikki, øll sløg fáast í miklagarði.

IMG_4338

og sooo tann lættasta, triðja uppskriftin: saltaðar sitrónir so einglarnir syngja

tú skalt brúka: eitt patentglas. sitrónir en massé. maldon salt ella annað gott salt. um tú hevur hug/eigur inni, so kanst tú lata laurberblød, rósupipar og fennikelfræ í krukkuna, men tað er ikki so avgerandi. sitrónir og salt so koyrir tað.

IMG_4356

byrja við at koyra salt í botnin, síðani skerur tú sitrónina í 4 uttan at hon dettur heilt sundur. tað fer hon so sikkurt at gera allíkavæl, og tað ger ikki ein skid. salta sitrónina við einum góðum neva og trýst hana síðani við skalinum upp ímóti tær niður í glasið. trýst so fast, at saft kemur úr sitrónini. soleiðis heldur tú áfram til glasið er púra fult og allar sitrónirnar eru dekkaðar við saft. tað er týdingarmikið fyri prosessina, at tær eru heilt dekkaðar við saft.  og so … ja liðugt. og eftir er bara at bíða í tveir mánaðir. so er klárt. eg fari at munga leingi illa. má heldur gera mær fleiri gløs, so eg eigi inni……. ; – )

IMG_4370.jpg

saltaðar sitrónir kunnu brúkast til eina rúgvu. brúka tær sum kryddarí til eitthvørt. hakkaðar í salat (bulgursalat, couscous-salat ella bara okkurt grønt salat, reytt salat what ever, men fyri guds skyld ikki iceberg plz! nokk við iceberg – út. forboðið. slutt.) brúka sitrónirnar í eitt heimagjørt sitrónmajones, hakka tær í olju við balsamico s&p og brúka sum dressing, blanda við súrróma, sinopp og s&p + kanska dild til eina hvíta sós. hakka tær og legg omaná eitt okkurt nýfiskað úr Vágsbotni ella omaná laks við eitt sindur av sinopp, honning og góðum kryddaríum – uhm! møguleikarnir eru óendaligir.

vælgagnist < 3

Categories: food, lifestyle

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s