hillar if you need it

tað eru fleiri sum spyrja um hillarnar á loftinum hjá okkum. eg veit ikki ordiliga um tað gevur nakra meining at skriva ein blogg um tað, tí tað er so líkatil, sum tað kann vera. men altso til tey heilt tornæmu. here goes 😉 + líka eitt, umhugsa, um tú yvirhøvur skalt fáa tær hillar, hvis tú aftaná skalt uppfinna og keypa ting at fylla í…(?!) havi ongantíð ordiliga skilt logikkin har. tað má eg siga.

IMG_2241

tú hevur brúk fyri. vinklum. hillum 17cm djúpar. ella tað sum passar. skrúvum, borimaskinu og vaterpass. tak mát og bið timburhandilin hjá tær skera tær, so tær passa. enda í annan og eina hædd, sum ger at tað er harmoni í. einki við at enda mitt á vegginum hvørki lodrætt ella vatnrætt. ei heldur seta eina óbrúkiliga hill heilt uppundir loftið. brúka tín fornuft og eygamát. hvis tú ikki hevur peiling av hvat eg tosi um, so spyr onkran sum hevur. hetta er eisini galdandi, tá talan er um aðrar hillar. heimagjørdar eins og keyptar.

síðani er bara at smekka upp. tað tekur eitt eygablikk. til ber at variera gloppini, sum tú møguliga hómar, at eg havi gjørt her.  av tí at hillirnar eru so smalar, so mugu onkrar bøkur standa við frontinum fram. tað er við vilja. eins og liggjandi bøkur eisini er fyri æstetikkin og hevur einki sum helst við tað praktiska at gera. maður mín ætlaði eisini at seta tær eftir bókstavaraðnum, men..eh nei.

faktiskt nú, tá eg síggi myndina, so má eg fara gera okkurt við hatta vinstra hornið her á myndini niðanfyri. tá ov nógvar bøkur standa klumpaðar soleiðis, so koppar myndin. og tann sansandi persónurin fær sindur ilt í eyguni.

IMG_2560

variera eitt sindur í hillunum. sum sagt, tað er ymiskt hvussu stórt gloppið er. við hvørt er pláss til eina mynd ella her mitt á ein urtapott + eitt spegl. sindur av brot í. tað er fínt. tú kanst saktans seta ein sofu ella annað frammanfyri. tá er hugnaligt og upplagt at hava lesilampu á hillini sum fluktar við sofuna.

IMG_2090

hatta var hatta. tað eru eitt hav av møguleikum, eisini at kombinera við bókakassar og at variera í djúpt longd osfr. tær ovastu kunnu vera styttri, so pláss er fyri einum stórum málningi ella kolasju av onkrum slag, ella uppslagstalvu. pinterest is your friend.

IMG_2952

< 3

Advertisements

Categories: interior

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s