pannukøkur til útferð

verðins lættastu pannukøkur eru hinar við banan, havragrýn, egg og salt. hesar eru eisini við eitt lítid sindur av kokusmjøli. blanda blanda = eini 8-10 lítlar to go luftigar pannukøkur klárar uppá undir 10 min.

Finn tær ljótastu bananurnar tú eigur. 2 bananir, 1 dl havragrýn, 3 egg (ella 2 um tú ikki brúkar kokus/mandlu- ella annað mjøl), nips av salt og ja… kanel um tú vilt. blanda alt saman. um tú eigur ein fittan hjálpara í húsinum, kunnu tit hjálpast.

svansa svansa

eitt sindur av mjøli til bibbuneglalakk

og so dugdi eg ikki multitaska við myndatólinum meira. stoytti deiggi í eina lítla kannu, og so gekk skjótt. fýra pannukøkur hvørja ferð. fyrst høgan síðani lægri hita. dóttirin pakkaði útferðkurvina og við matpakkapappíri rundan um pannukøkurnar vóru hesar upplagdar sum to go. eisini góðar til matpakkan. heima eta vit onkuntíð jogurt, ber, nøtur ella annað omaná, men her kom sukur við í eini lítlari eskju.

vit endaðu í Elduvík. minnist ikki nær eg seinast var her, men ein deilig bygd!

tað besta var sjálvandi matpakkin og kaffi < 3

 

her fara vit heilt víst aftur. við ella uttan pannukøkur.

vælgagnist og manga takk < 3

Advertisements

Categories: food, lifestyle, nature

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s