vistgrøði í rabarbukvarterinum < 3

eg havi fingid verdins besta granna!! hon eitur @vistgrøði ♻️ selur turrvørur og annad gott í leysvekt. jaja eg veit gott, at tit eru fleiri, sum hava kent hana leingi. men nú er hon altso flutt inn beint við hjá mær. hon er flutt inn í Tróndargøtu 53 fyri at vera heilt præsis. í gjár var opið. og endiliga eydnaðist mær at fara framvið.

@ingilinds hevur prýtt sera vakra vindeyga. einfalt og heimagjørt, just sum alt annað í handlinum. hann ber allur brá av ídni, áræði og eldhuga hjá teimum sjálvbodnu, sum saman standa í handlinum í dag, nú opið er. vistgrøði er áhugafelag, og fyri einans 100kr kanst tú gerast limur her.

eg hevði sjálv onkra tóma krukku við, men annars var møguligt at keypa krukkur at fylla í fyri 5 krónur eyka. summi sum vóru í handlinum vóru so rutineraði, at tey høvdu heilar sekkir at fylla í. 5kg av havragrýni. 1 kg av rosinum, stóra STÓRA krukku av mandlum. lítla av saltaðum mandlum. sindur av pekanøtum. sindur av chili. muskat. sólblómukjarnum. pinjukjarnum. og so ein sekk av rugmjøli. og ein av durum. hetta er tað reina guff! dadlur. abrikosur. traneber.

niðast sæst, hvat eg kom heim við hesu ferð. takk fyri meg vistgrøðikvinnur. takk fyri at tit eru til og gera føroyar til eitt (enn) betri stað. og takk(!!) at tit eru mínir grannar < 3 síggjast næstu ferð xxx

Categories: food, lifestyle

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s