hokus pokus sitrónmáni

world wide web eg. havi. bakað. eina. kaku! sensasjón. eg má blogga um tað. so vilt er tað. øll sum kenna meg. vita. at eg ikki dugi at baka. eg elski at gera mat. og onkuntíð. ok ofta (fnis). smakkar hann væl. men. eg. dugi. ikki. at. baka. og. eg. havi. funnið. útav. hví. fólk sum baka. tey duga at fylgja eini uppskrift. altso áðrenn tey (kanska tú lesari?) verða so skrøpp. at tað ikki er tørvur á uppskrift meira. og tað enntá ber til at improvisera. men tað nyttar ikki at baka uttan bakipulvur. ella ikki eiga egg. ella smekka ovnin á okkurt og vita hvat hendir. ikki bara soleiðis í fullkomiliga blindni. trust meg. eg. havi. prøvað. ofta. nå men tey sum duga. tey duga so í hvussu er at fylgja eini mannagongd. tvs. at tey duga eisini at planleggja. at máta. at fyrireika. at bíða. at halda seg til reglarnar. at hava tol. altso har er ein rúgva av kvalitetum hjá menniskjum sum duga at baka. sum eg ikki eigi.

so tit skilja. her má eitt sindur av drumrolls til.

IMG_7893

 

tað bleiv til eina ‘spongy’ sitrónkøku. og. hon. smakkaði. sgu. heilt. væl. so nú brúki eg míni góðu evni at prokrastinera til at skriva ein blogg um tað. simpulthen. 

tú skalt brúka

  • 4 egg
  • 150 gr av bleytum smøri
  • 150 gr av rørsukuri
  • 125 gr av tipo 00 hveitimjøli (brúkti tað hjá Meyer fæst í FK)
  • 1 tsk av bakipulvuri
  • skali av 1 & 1/2 sitrón

píska sukur og smør. eitt egg í í senn. píska. píska. píska.  síðani mjøl og bakipulvur + sitrón … og salt? tað koyrdi eg ikki í. men hevði tað riggað? nei hygg nú! halt teg til uppskriftina! einki salt. mix. mix. mix. og í ein form. 200 gradir í 25min. liðugt.

rocket. science.

eg skar í smáar fýrakantar. munnhapsar. og toppaði við griskum jogurti. eg fann tað í miklagarði í 400g ílati. smakkaði óvanliga væl. og eitur. arturino ægte græsk økologisk yoghurt.

IMG_7899

IMG_7907

vælgagnist < 3

Categories: food, lifestyle

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s