eg giti ikki eg eri tann einasta, sum hevur notið veðrið í dag. eg og dóttir mín báðar. harrarnir í húsinum vóru til arbeiðis og úti. her er okkara dagur í myndum < 3
vit hava bakað brunsviger. eg brúkti uppskriftina frá Valdemarsro. tú finnur hana her. ístaðin fyri vanligt mjøl brúkti eg tipo 00 tí tað var tað sum eg átti. og eg sníkti eitt sindur av salti í brúnu blandingina á toppinum. tað smakkaði sera væl. kakan skal helst etast beinanvegin. hon slapp við okkum útferðí grannalagnum.
eg geri alt klárt áðrenn. so er tað lættari at hava børnini við.
einfalt at svansa saman. deiggjið skal heva í uml 45min. so bíða bíða. páskabíða.
dóttirin helt at her skuldi pyntast við bomm.
og so varð.
pakka í brúnt pappí og í eina tasku. so kann útferðin vera so stutt sum í garðinum. vit fóru tó yvirum vegin. yvir í viðarlundina at geva dunnunum breyð. og at klatra!
kaffi við. og matpakka. og kaku.
sanniliga einfalt. og so fer mann tvætlandi hinumegin jørðina sum eitt býtt. eitt træ. ein brunsviger. ein dunna og ein sól. voilà.
á ja og ein listaskáli. eg fari aftur í morgin. várframsýningin krevur meira enn eitt stutt visit sum tað bleiv í dag.
hatta var hatta.