Samstarv

Hevur tú hug at samstarva við meg um eitthvørt, so ert tú vælkomin at hava samband. Tað kann vera, at tú vilt lýsa við einari vøru, menna tín instagramprofil ella at tú bara ert forvitin um okkurt, sum tú heldur eg kann geva eitt íkast til. Eg eri forvitin og opin, og tosi gleðiliga við teg/tykkum um møguligt samstarv.

Vegleiðing

Hevur tú tørv á hjálp til at innrætta eitt rúm ella fleiri, so hjálpi eg fegin. Eg havi hjálpt fyritøkum, kreativum og privatum kundum. Í løtuni menni eg nøkur tilboð og fari at bjóða ymisk sløg av vegleiðing. Mín visión er nógv meira enn bara eitt “lekkurt heim” við flottum og dýrum møblum. Eg trúgvi uppá, at vit fáa orku frá okkara umhvørvi, og at umhvørvið tí somuleiðis kann stjala orku frá okkum. At rudda, tveita burtur og broyta kann tí ofta verða eins stórur liður í at fáa javnvág í innanduraumhvørvið hjá okkum. Og altso #egelskiførjar og alt tað, men vit eru rættiliga nógv inni, so hví ikki búgva gott?

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við meg á lpatursson@gmail.com ella 506626 fyri at fáa fyribils prísir o.a. atb.

IMG_1598